JFN Gólválegging hevur spesialiserað seg í at leggja baðirúmsvinylir, og hevur eisini drúgvar royndir í, at leggja øll sløg av gólvum og veggjaklæðingum, so sum teppir, linoleum, parkett, laminat, tapet, mála o.a. (tó ikki flísar).


Skalt tú hava nýtt baðirúm ella gólvið skift út, so eru tygum vælkomin at biðja um eitt tilboð, altíð góð og skjót tænasta.


JFN Gólválegging var stovnað í mars ,06. Í løtuni eru 2 fólk knýtt at fyritøkuni.

Tað var í 97, at eg byrjaði sum gólváleggjari hjá Eyðfinn K. Eyðunsson á Argjum, sum saman við bróður sínum hevði Profa Farvur (Colorama) á Hálsi.

Í mars 06, valdi eg at stovna mítt egna virki, ið hevur spesialiserað seg innan baðirúmsvinyl.

JFN Gólválegging leggur stóran dent á at veita eina skjóta og góða tænastu.


Starvsfólk


Johan F. Nystrøm

Gólváleggjari

E-mail: jfn(a)golvalegging.com

Tlf: 574762

Guðrun Nystrøm

Bókhald

E-mail: bokhald(a)golvalegging.com